Tað ber til at vitja umborð á Kruzenshtern

Mentan05-06-2018 - 12:51 - Jóanis Albert Nielsen

Týsdagin 5. juni og mikudagin 6. juni er opið skip umborð Kruzenshtern á molanum í Havn millum klokkan 10 og 18 báðar dagarnar.

Kruzenshtern er ein bark við fýra mastrum, sum varð bygd í 1926 á Teklenborga skipasmiðjuni í Bremenhafen í Týsklandi. Kruzenshtern er í dag heimahoyrandi í Kaliningrad og siglir sum russiskt skúlaskip kring allan heim.

Manningin á Kruzenshtern telir 176, meðan 24 ferðafólk eru við skipinum. Kruzenshtern sigldi runt knøttin í 1995-96 og aftur í 2005-06, umframt at skipið javnan tekur lut í regattasiglingum kring heimin.

Tað er Faroe Ship, sum hevur fingið vitjanina í lag, og øll eru vælkomin at vitja umborð á Kruzenshtern millum klokkan 10 og 18 bæði týsdagin og mikudagin. Kruzenshtern vitjar aftur á Havnini mánadagin 27. august.