Tað ber ikki til at eta pengaseðlar

Politikkur18-10-2018 - 13:06 - Jóanis Albert Nielsen

Menniskjan ovurtroytir náttúruna við fíggjarligum vinningi fyri eyga. Hetta má steðgast.

Um vit skulu betra um umhvørvistrupulleikarnar, sum eru í heiminum í dag, so er ikki nokk bara at snakka um teir. Vit hava tørv á eini kollveltandi lívsstílsbroyting. Vit skulu sjálvsagt byrja við at seta tiltøk í verk, so sum at minka um nýtslu av einnýtisplasti og plastposum, men tað skal nógv meira enn so til fyri at venda gongdini. Vit mugu gera upp við teir óvanar, ið serliga vesturheimurin hevur: ovurstórt matspill, ovurnýtsla, dálkandi orkunýtsla og misnýtsla av nátturuni.

Átakið “Rudda Føroyar” vísti greitt, at serliga einnýtisplast liggur og flýtur í náttúruni; í havinum og í fjøllunum. Allir almennir stovnar eiga at gevast at nýta einnýtisborðbúnað og bestikk, harumframt eigur tað ikki at vera loyvt at tveita í náttúruna og skal hetta revsast við bót í teimum førum, har tveitt verður. Eitt hugskot kundi eisini verið at fingið fleiri ruskspannir upp í býum og bygdum í Føroyum, so at rusk verður burturbeint á rættan hátt.

Vit mugu gevast við at hugsa vinning sum bert fíggjarligan vinning. Fíggjarligur vinningur er løtuvinningur, um vit halda á fram við hesi ovurtroytan. Umhvørvisvinningur – at komandi ættarlið kunnu kenna seg trygg í heiminum– er sanniliga stórur vinningur, og hevur so stóran týdning. Fíggjarligur vinningur er týdningarleysur, um vit ikki hava ein tryggan heim at liva í. Hvat eru pengar í eini verð, har náttúran og umhvørvið stendur til tað síðsta? Tað ber ikki til at eta pengaseðlar.

Í dag verður okkara bruttutjóðarúrtøka bert rokna útfrá endaligu framleiðsluna av tilfari og hvør peningur er í umferð í Føroyum. Vit eiga at víðka hetta hugtakið til eisini at innibera lívfrøðiliga margfeldið og fíggjarliga ójavnan í samfelagnum. Veksur búskapurin, meðan lívfrøðiliga margfeldið lækkar, so er hetta avgjørt neiligt. Sama er galdandi um búskapurin veksur, samstundis sum ójavnin veksur. Hetta kann geva okkum betur fatan av, hvat búskaparligur vøkstur merkir, tí í sjálvum sær er búskaparligur vøkstur ikki góður.

Føroya landsstýrið eigur eisini beinanvegin at gera sær greið mál fyri okkara orkunýtslu. Ætlaninar hjá SEV um at øll orka skal vera grøn í 2030 er trupul at fremja, og her eigur landið at vera ein virkin viðleikari og vera við til at gjalda kostnaðin av at seta ferð á útbyggingina av varandi orkukeldum til okkum og komandi ættarliðum at frama.

Vegna Unga Tjóðveldið

Hervør Pálsdóttir, forkvinna