Myndin, ið Álvur Haraldsen tók aftaná dystin, og sum stóð í Sosialinum týsdagin 10. juni 1997

Tá Jan Dam varð útvístur ímóti Malta

ítróttur09-10-2017 - 13:58 -

FSF: Spenningurin er stórur millum fótbóltsglaðar føroyingar, tí landsliðið er favorittur móti Malta, sum kemur á vitjan á Svangaskarði. Men tíðliga í seinna hálvleiki fáa fyrireikingarnar eitt skot fyri bógvin, tá Jan Dam varð útvístur.

Pínsla í 45 minuttir

Tá Jan Dam varð útvístur ímóti Malta

Vit eru tíðliga á sumri í 1997. Spenningurin er stórur millum fótbóltsglaðar føroyingar, tí landsliðið er favorittur móti Malta, sum kemur á vitjan á Svangaskarði. Men tíðliga í seinna hálvleiki fáa fyrireikingarnar eitt skot fyri bógvin, tá Jan Dam varð útvístur


Í Leguhúsinum í Nesvík er gott lag. Har heldur landsliðið til dagarnar uppundir dystin, og spælarar og venjarin, Allan Simonsen, seta nøsina upp eftir einum sigri á heimavølli. Á útivølli góðan mánað frammanundan tryggjaði Todi Jónsson Føroyum ein 2-1 sigur í síðstu løtu, og kenslan, ið ræður er, at trý nýggj stig eru á veg.


Kvøldið fyri dystin er máltíð á skránni, og menn oysa væl nøgdir sós á tallerkarnar. Hetta hóvar als ikki Allani Simonsen, sum gevur spælarunum eina verbala skortfleingju.


- Hann var ræðuliga óður, og reisti seg upp, minnist Jan C. Dam, sum var fastur fúsur í føroysku verjuni um hetta mundið.


- ‘Drenge, det er fandme ikke suppe, i hælder på tallerkenen’, segði Allan við okkum. Vit gjørdust eitt sindur skakkir, leggur verjuleikarin afturat.

Liðskiparadreymurin mundi brostið
Jan Dam, við millumnavninum Christian, spælir í HB, og er ein av royndastu spælarunum í føroyska hópinum. Hann veit, at hann skal vera liðskipari móti Malta, og gleðir seg sum eitt smábarn til dystin. Beint eftir síðstu venjingina undan dystinum hendir kortini nakað, og liðskiparadreymurin tykist fara upp í royk.


- Venjingin var liðug, men vit vóru nakrir eftir á vøllinum, sum skutu innlegg og tílíkt. Eg bað ein skjóta eitt innlegg, kasti meg eftir bóltinum, men lendi soleiðis, at økslin tekur fyrst. Eg var vísur í, at eg ikki fekk spælt dagin eftir, tí pínan var nógv, og eg fekk als ikki lyft armin. Men vit fóru suður á Landssjúkrahúsið, og løgdu eina blokadu, greiðir Jan C. Dam frá.

Dreymabyrjan í Svangaskarði
Dagin eftir eru Jan og liðfelagarnir til dystin fús framman fyri yvir 6000 føroyskum áskoðarum, og maltesar fáa als ikki fótin fyri seg í fyrra hálvleiki. Todi Jónsson er ræðandi góður í føroyska álopinum, og longu eftir seks minuttum serverar hann bóltin fyri føturnar á Una Arge, ið takkar fyri álitið og ger tað, sum hann dugir best.


Todi Jónsson er aftur upp á spæl fýra minuttir áðrenn steðgin. Øssur Hansen verður spældur leysur í vinstru síðu, og klaksvíkingurin setir innaru síðuna á frálíka innleggið frá toftamanninum.


- Vit spældu ein fantastiskan hálvleik. Todi Jónsson skaraði framúr við sínum frálíku einstaklingsevnum, og áskoðararnir vóru heilt uppi at kóka. Vit vóru á odda við tveimum, og væntaðu eisini at fáa fleiri mál eftir steðgin. Vit vóru tendraðir, fortelur Jan C. Dam.


Í hálvleikinum sigur venjarin við spælararnar, at teir ikki skulu steðga á, men fara eftir tí triðja málinum fyri at knekka maltesar, sum longu eru á knøunum.


- Vit høvdu alla orsøk til at fara eftir einum málið afturat, tí vit høvdu dominerað dystin allan, sum hann var, sigur Jan Dam.


Bert tveir minuttir eftir, at dómarin hevur bríkslað dystin í gongd aftur, fara hesar ætlanir fyri skjeytið.

Alt vendist á høvdið
Pól Thorsteinsson skal beina bóltin burtur, men rakar hann illa, og í staðin fer bólturin beint upp í loft. Jan Dam stendur klárur at rudda bóltin av vandaleið, men ólukkutíð fyri drúgva verjuspælarin rakar hann ikki bóltin, og Gilbert Agius hjá Malta lyftir bóltin upp um Jens Martin Knudsen í føroyska málinum. Jan nær aftur á strikuna, stendur dygst úti við steingina og fær økslina – ella armin – á bóltin. Dómarin dømir brotsspark og sendir føroyska verjuspælaran av vøllinum.

- Hann rakar meg á økslina ella á armin. Tað var helst ivasamt, men sjálvur varð eg ógvuliga kløkkur, tá hann dømdi brotsspark og gav mær reyða kortið, sigur Jan Christian Dam.

Torturur í umklæðingarrúminum
Føroyski liðskiparin noyðist av vøllinum, og Malta minkar um munin frá brotssparksplettinum. Teir 10 liðfelagarnir hjá Jan skulu nú standa ímóti trýstinum frá maltesum mestsum allan seinna hálvleik. Í umklæðingarrúminum situr útvísti verjuspælarin og iðrar seg.


- Eg sá einki av seinna hálvleiki. Eg fór inn í umklæðingarrúmið, setti meg niður og varð verandi har allan hálvleikin. Eg var øgiliga skuffaður og keddur, og eg ikki so mikið sum gloppaði vindeyga, fortelur Jan Dam.


- Tað var torturur at sita har. ‘Havi eg nú oyðilagt alt’, spurdi eg meg sjálvan. Tað góða lagið og fyrimunurin, sum vit høvdu í hálvleikinum, var burtur, og alt var vent á høvdið. Men fótbóltur er eitt liðspæl, og hinir vóru fantastiskir.


Úti á vøllinum stríðast føroyingarnir sum úlvar á skóg við einum manni minni, og tað eydnast at halda fast í tepru leiðsluni. Tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð, rennur ein ovurfegin maður úr umklæðingarrúminum og inn á vøllin.


- Eg var heilt, heilt, heilt fantastiska glaður. Eg dugi ikki so væl at seta orð á tað, men tað var ein øgiligur lætti. Sum um ein tung byrða var lyft av mínum herðum, tí um maltesar høvdu javnað, hevði eg í øllum førum hingið upp á nógv av ábyrgdini, fortelur Jan Christian Dam.


- Eg tosaði við sjónvarpið eftir dystin, og tað fyrsta eg gjørdi var at takka mínum liðfeløgum. Annars var eg í roynd og veru nokkso málleysur, tí eg hevði nærum verið í koma ígjøgnum allan seinna hálvleik, minnist Jan Dam.


- Hetta mundi vera ein hin harðasti hálvleikurin á míni fóltbóltsleið.

-----

Greinin stóð í blaðnum, sum varð útgivið í samband við landsdystin millum Føroyar og Lettland.

Tekstur: Símun Christian Olsen