Tá Gud letur tjóðina fara

Politikkur08-09-2019 - 21:25 - Jóanis Albert Nielsen

Evangeliið í brævi Paulusar til samkomuna í Róm, saman við hinum evangeliunum avdúkar týðiliga vreiði Guds. Hetta er eisini ein týdningarmikil partur av evangeliinum. Tí Gud er enn vreiður inná fólk, sum ikki vilja taka ímóti Jesusi Kristi, sum harra og frelsara, og á tann hátt fáa fyrigeving syndanna av Guds stóru náði við trúgv.

Róm. 1, 18 avdúkar, at vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.

Hetta inniber, at Gud saktans kann forláta eina tjóð, ið er upplýst og sum hevur fingið møguleikan at vita alt, sum vitast kann um Gud. Tí tað liggur tjóðunum púra opið. Gud hevur gjørt okkum tað opinbert.

Og tann tjóð, sum Gud forletur, hevur heilt vist fingið opinberað ósjónligu veru (eksistens) Hansara, bæði ævigu kraft og guddómleika Hansara, ið sæst frá skapan heimsins. Við øðrum orðum, tað sæst við eygunum, at Gud og kraft Hansara er til. Tí alt hetta skilst av verkum Hansara, stendur skrivað. Og tí hava fólk onga avsakan ella einki at umbera seg við.

Men Gud forletur tjóðir hóast fólk kenna Hann. Orsøkin er tann, at tey æra Hann ikki sum Gud og takka Honum ikki fyri nakað sum helst. Men ístaðin velja tey, at verða fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta sínum gerast tey myrkt. Og samstundis rósa tey sær av at vera vís, men eru í veruleikanum dárar t.e. býttlingar.

Ápostlasøgan 14 prógvar tað sama, at Gud, í farnum tíðum læt allar heidningarnar ganga teirra egnu vegir. Tað inniber eisini, at Gud loyvir syndarum at møta ræðuligu avleiðingunum av sínum egnu syndum. Altso, Gud forðar ikki menniskjum at liva í syndigum “frælsi”, um eg so má siga, sum mong elska nú á døgum.

Og hetta er eisini galdandi fyri okkum Føroyingar í dag. Tí, sum tjóð eru vit komin til ein avgerandi krossveg. Tað sýnist sum um, at vit eru í vandabólkinum, at verða slept av Gudi, til at gera tað, sum vit sjálvi vilja. Akkurát á sama hátt, sum tann burturvilsti sonurin í Lukas 16, ið ikki var hindraður, at royna sína egnu villleiðandi filosofi um individuelt liberalt frælsið. Men tað hevur søgan prógvað, at verða eitt satt forbannilsið fyri eitthvørt menniskja.

Róm. 1 lýsir greitt og týðiliga “no point of return” markið í samfeløgunum, har Gud forletur samfelagið. Ørindini 24, 26 og 28 definera hvat hendir (stórir bókstavir), tá Gud tekur seg burtur úr einum samfelag.

Skrivað stendur:

24. “Tí GAV GUD TEY eisini UPP í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.”

26. “Tí GAV GUD TEY UPP til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni.”

28. “Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so GAV eisini GUD TEY UPP til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er.”

Føroyar nýtast ikki at bíða longur eftir hesum profetisku ørindunum at ganga út. Nei, sum tjóð eru vit komin til eitt vegamót, har Gud letur fólk ganga sínar egnu leiðir. Um so verður, at okkara Landsstýrið og Løgting ganga á odda, so kemur syndin inn og súrgar samfelagið – alt systemið tvørtur ígjøgnum.

Tað setur ígongd eina skrúvuframleiðslu, ið framleiðir alskyns syndir, og sum ongan enda fær. Vit koma at hokna undir lógartrældómi við íblástri frá sjálvum djevlinum.

Hoyr, tað fyrsta teknið í einum samfelag, sum verður forlátið av Gudi, er seksuellur ómoralur. Tað sæst, tá perversitetur, pornografiskur atburður og sodomittiskur lívsstílur er blivið vanligt millum fólk og enntá lógarsmíð í Løgtinginum.

Slíkt er eitt greitt tekin um, at Gud hevur givið menniskjuni upp, at gera sínar egnu hjartans lystir, ið leiða tey víðari inn í óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.

Og alt hetta stendur við og versnar nógv. Tað er eingin sum ikki sær slagsíðuna í samfelagnum. Tí tað næsta, sum er á skránni í tilgongdini sambært bíbliuni er homoseksualitetur. Í ørindunum 26 og 27 GEVUR GUD TEY UPP til vanærandi lystir í so illa vorðnum samfeløgum.

Kvinnur teirra fara at skifta hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis halda eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brenna í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn dríva skemdarverk við monnum.

Tá hetta er blivið til almenn rættindir, góðu tit! – Ílati kjøtligan kærleika, fabrikera hjúnaband, frí fosturtøka, løgfrøðiligt kynsskifti, homoseksuella ættleiðing, ísáðing og hópin av øðrum ónatúrligum og vanheiløgum rættindum, sum okkara undanfarna Landsstýrið og Løgting – uttan himpr hevði góðkent. Tá eru vit á bylgjulongd við antikristiliga pallin í Rómbrævinum kapittul 1, 18 – 32. Og tá kunnu vit verða vís í, sum tjóð, at verða forlátin av Gudi.

Góðu elskaðu tit øll somul!

Eg havi rímiliga gott bíbilskt teologiskt grundarlag fyri at siga, at tað skjótt er úti við tykkum mongu føroyingum, sum m.a. stuðla fríum fosturdrápi, sodomi og LGBT-Føroyar. Gud er við at forláta hetta land, kundi onkur djarvur teologur funnið uppá at sagt.

Men eg ætli mær ikki at standa á síðulinjuni og hyggja at niðurgongdini og lata sum um einki er hent – fullur av bíbilskari vitan, og av Harranum biðin um at prædika evangeliið fyri tykkum øllum – evangelium Guds, ið er kraft Hansara, hvørjum tí til frelsu, sum trýr á Jesus..

So góðu tit. Vendi tykkum til harran Jesus og latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt! Takið við orði Guds, trúgv á Jesus og latið tykkum doypa til Hansara.

Lat okkum so tosa saman aftur og koma á bylgjulongd.

Kærar heilsanir

Ragnar Ludvig.