Tá fólkaræði bert er politiskt gluggapynt

Politikkur28-06-2020 - 22:24 - Jóanis Albert Nielsen

-og niðrandi og óseriøsur boðskapur setir skránna

Tingið er farið heim og friður er til ólavsøku. Borgarliga samgongan, sum setti sær fyri at fáa skil á sosialistiska fiskivinnu-eksperimentinum hjá Tjóðveldi, fekk ruddað í hurlivasanum og stóð saman um at fáa høvuðsvinnuna úr kolektivistisku grøv farnu samgongunnar.

Undir viðgerðini av broyttu fiskivinnuskipanini var aftur avdúkað, at handan fagurlætnu politisku atferð formanni Tjóðveldis býr óseriøst politisk skammloysi, sum gevur hugarák til vøldini, sum billa fólki inn at tey umboða ogn fólksins – Deutsche Demokratische Republik, Demokratiska Republikk Congo,Demokratiska Fólkarepublikk Korea o.s.fr.

Har var og er fólkaræði vituligt tað bera gluggapynt.

Óvirðiligt orðaskifti

Miðlarnir vistu at siga, at orðaskiftið á tingi var óvanliga harðrent, at dysturin millum samgongu og andstøðu var hvassari enn vant.

Men hvør orsakaði ófantaliga og óvirðiliga orðalagið á okkara tignarligasta røðarapalli?

Hvør var tað, sum á ongan hátt virdi sakliga orðaskiftið og sum óseriøst, ósmæðið og hysteriskt eyðmerkti tingfelagar at vera korruptar, at fremja klientilismu, kammeratarí og tað sum verri er?

Og hvør var tað, sum aftur avdúkaði, at poltiska fagurlætnið mest er átøkt glitrinum hjá Hyacinth, men hvørs uppruni veruliga er heilt annar...?

Sjónleikurin frá formanni Tjóðveldis á røðarapallinum vóru politiskar lótir, har hann sum sjálvnevndur politiskur yvirdómari kostnaðarleyst slapp at definera munin millum rætt og rangt - at ákæra í tilgjørdari skueprosess.

At spæla leiklutin sum tann ørkymlaði – offurið, sum í sínum tilgjørda ósjálvsøkni bara vil almenninginum tað besta – verjin móti størsta ráninum av fólksins ogn og sum avdúkar moralskt, politiskt og fólkaræðiligt forfall?

Hesin megalomani atburður, sum ríður mongum í hasum kompagn´ínum, har sannføringin um egnan dugnaskap er markleysur, orsakar sælu politisku vissuna um, at sólin rísir, tí teir gala!

Og hetta showið slapp nærum óátalað at vera leikt á tingsins røðarapalli? Ótrúligt.

Rangan út

Tí hvørjar vóru broytingarnar, sum orsakaðu ófantaliga og óvirðiliga atburð formann Tjóðveldis? Hansara sokallaða lóg um bjargan av Ogn Føroya Fólks, sum av serfrøði og 39 hoyringssvarum av 40 bleiv dumpað sum óbrúkiligt?

Umframt nú samtyktu broytingarnar í lógini um sjófeingi, so er høvuðsmunurin, at uppboðssølan er avtikin.

Uppboðssølan sum var ætlað at vera størsta politiska stýringsamboð hjá Tjóðveldi og teirra politisku apologetum – pakkað inn í politiskt glimmur og sellofan, við áskriftini Ogn Føroya Fólks.

Tí var formaðurin frá sær sjálvum, politiska rangan avdúkaði – fólkaræðið er tað bera gluggapynt.

Javnaðurin var sum vera man eisini ímóti broytingunum, men á einum sakligum støði. Kanska hava teir ásannað, at uppboðssølueksperimentið, sum ikki er roynt nakra aðrastaðni, var eitt ørvitisprojekt við eittans endamálið: At brandskatta og stýra vinnuna at fíggja sosialistiska fata morgana Tjóðveldis.

Øsingin

Og hetta eru broytingarnar, sum østi Tjóðveldi í skúm:

  1. Veiðurættindi verða nú tillutað sum egin rættindi, sum løgtingið kann siga upp við 12 ára freist. Hetta forðar fyri politiskari íblandan frá altráðu kollektivistunum.
  2. Veiðurættindini verða frítt umsetilig, har antitrust reglur eru galdandi.
  3. Veiðurættindini verða nú aftur løgd saman við stálinum. Undir sosialistisku gonguni var skilnaður gjørdur, so at kvotabarónar kundu liggja á sofuni og keypa kvotur og biðja aðrar fiska fyri seg.
  4. Tilfeingið, sum bleiv selt á uppboðssølu, hevur landsstyrismaðurin nú heimild at luta út. Hann kann ikki lata til verandi stóru aktørarnar. Hetta átti formaður Tjóðveldis kunnað tikið undir við, men fakta verður sjálvsagt takt burtur. Eini 65.000 tons av pelagiskum fiski eru lutað í 2 partar, annar at styrka grundalagið hjá verandi smáum aktørum og hin til royndir og nýmenning.
  5. Menningarkvoturnar hjá undanfarnu samgongu halda fram. Aktørarnir fáa kvoturnar sum eginkvotur.
  6. Tilfeingisgjaldið er tað sama sum í 2018. Arbeitt verður nú við lóggávu um yvirskotsbaserað tilfeingisgjald.
  7. Serskattur uppá 50% fyri allan vinning, sum reiðarar fáa í samband við endaliga avhending av fiskirættindum.
  8. Aðrar smærri broytingar eru eisini gjørdar, m.a. er bólkarnir 4A og 4B lagdir saman osfr.

Teir sum vóru serliga hart raktir av sosialistisku uppboðssøluni var flotin í Barenshavinum. Teir hava nú fingið alla nøgdina tillutaða sum umsetiligar eginkvotur, sum kunnu sigast upp við 12 ára freist. Í staðin skal flotin i Barentshavinum rinda tilfeingisgjald, sum nøkurlunda svarar til gjaldið, teir máttu rinda á uppboðssøluni farnu.

Mistu politisku útlutingina

Samanumtikið eru allar broytingarnar smærri og størri tillagingar - burtursæð frá, at uppboðssølan er farin í søguna.

Rumblið um ognarskapin av sjófeinginum og avleidda populistiska kravið hjá summum sosialistiskum frøðingum og Tjóðveldi um uppboðssølu av veiðirættindum, hevði eittans endamál - at stýra vinnuni og skipa fyri politiskari útluting gjøgnum mantraið um sokallaða marknaðargrundaða skipan, har “Ogn Føroya Fólks” bleiv umsitin umvegispolitiska huglagið hjá kollektivistunum.

Faktiskt er Tjóðveldi sum børn, tá tey eru inni (í samgongu) er alt ein hurlivasi. Tá tey vera sett útum, so gera tey fortreð, renna runt, firtin og steina rútarnar.

Politiski ørskapurin og sliðsálopið eru nú jarðað. Tí eru formaður Tjóðveldis og flokkur hansarar á rokanum.

Í sjálvum sær aftur avdúkandi, men gott fyri øll Føroya Fólk.

Bjarni Djurholm