Sýslumaðurin hevur givið boð um at sleppa grindini

mentan09-10-2017 - 12:31 - Jóanis Nielsen

 Tað gekk ikki at fáa grindina á land á Lignnesi, tí hevur sýslumaðurin givið boð um at sleppa grindini. Tað var ein lítil grind, sum varð rikin inn á Kollafjørð, mett varð at hon bert var eini 15 hval.

Tað ljóðaði eisini fyrr í dag, at ein grind var longuri norði í Sundalagnum, men har var eingin grind, tað einasta teir sóu var einir 4 springarar.