Sýslumaðurin: Ætlað at halda springarunum til

29-05-2019 - 10:06 - JN
Í morgun var ein stór grind funnin í Nólsoyarfirði, talan var bæði um grindahval og springarar. Tey fingu springarnar úr grindini, og í løtuni verður roynt at fáa teir inná Skálafjørðin.

Jacob Vestergaard sigur, at tað er torført at fáa rakstur á springarnar, men ætlanin er at halda teimum til.

Jacob sigur, at mett verður at 40 springarar eru.