Syngja jólini inn

mentan22-11-2021 - 22:06 - Jóanis Nielsen

Eg beri tykkum fagnarboð

Aftur í ár verða jólini sungin inn í Sandavágs kirkju. Mikukvøldið 1. december klokkan 19.30 fara vit í Sandavágs kirkju at syngja jólini inn, sum gjørt hevur verið undanfarin ár. Sungnir verða góðir, kendir jólasálmar í tveimum umførum við eini stuttari andakt ímillum. Orsakað av aktuellu smittustøðuni, verður heitt á fólk um at halda almennu tilmælini, tó ikki at halda seg aftur kortini. Tiltakið verður stroymt.


Kirkjuráðið