Syngið við í Sandavágs kirkju í kvøld kl 20

Mentan05-12-2017 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vit fara at syngja jólini inn í Sandavágs kirkju. Komið og verið við til eina hugnaliga løtu, har Hans Ravnsfjall fer at spæla guitar, Tummas Heri Thomassen harmoniku, Rúna á Rógvu á klaveri og Jórunn Gudmundsen á guitara, og latum okkum saman koma í jólahýr og njótu løtuna.

Vit vóna at tit møta fjølment, og gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld.