Syngið og Dansið við

Mentan17-10-2017 - 23:03 - Jóanis Albert Nielsen

Mikudagin 18. augist kl. 14.00 er aftur “Syngið og Dansið við” í Marghøll í Sørvági. Vit elska hesar løtur og gleða okkum.

Teir vælkendu og umtóktu spælibrøðurnir av Løgmansbø undirhalda.

Møguleiki er at fáa hita og gongd í blóðrenslið, ella bara at hugna sær, minnast aftur góðar gamlar dagar og eitt prát við kenningar. Kaffi/the og køka er í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Heimatænastan í Vágum