Syngið og dansið við týsdagin

mentan02-12-2019 - 16:10 - Jóanis Nielsen

Syngið og dansið við týsdagin 3. desember kl. 14-16 í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Tað eru tey vælsyngjandi og spælandi Bjarta Arge, Sigfríður Olsen, Tummas Heri og Eiler Østerø, sum spæla hesaferð.


Vit elska hesar løtur og gleða okkum til hugna og sang, at minnast aftur á góðar gamlar dagar og eitt prát. Vit eru komin í jólastemning og fara eisini at syngja jólasangir.

Kaffi/the og ríslamande er í steðginum.

Atgongumerki kostar 50 kr. og er samstundis ein lutaseðil, har drigið verður millum 10 góðar vinningar J

Heimatænastan í Vágum