Syngið og dansið við - í Bygdarhúsinum í Miðvági

mentan25-09-2019 - 17:19 - Jóanis Nielsen

"Syngið og dansið við" -mikudagin 2 okt. - kl. 14.00.-16.00 í Bygdarhúsinum í Miðvági.


Tað eru tey vælsyngjandi og spælandi Bjarta Arge, Sigfríður Olsen og Tummas Heri, ið spæla til ”Syngið og Dansið við”.

Vit elska hesar løtur og gleða okkum til hugna og sang, at minnast aftur á góðar gamlar dagar og eitt prát.

Kaffi/the og køka er í steðginum. 50 kr. fyri hvønn.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Bygdarhúsið í Miðvági.

Heimatænastan í Vágum