Svumu Mykinesfjørð - myndir

ítróttur02-08-2021 - 23:36 - Jóanis Nielsen

Erling Eidesgaard skrivar á Facebook:

Í dag vóru vit seks mans, sum svumu um Mykinesfjørð; av Núgvunesi í Mykinesi og yvir á Streymnes í Vágum. Ein teinur uppá knappar fimm kilometrar. Besti streymur og stilt. Vit fóru av Núgvunesi nakað áðrenn vestfalskyrrindir, og høvdu ætlað okkum at fáa eitt sindur av suðurráki inni undir Vágalandinum. Men svimjingin gekk so mikið skjótt, at vit vóru komnir væl undir land í Vágum, áðrenn hann vendi. So vit fóru í land nakað norðari, enn ætlað, á Streymnesi, knappar tveir kilometrar norðan fyri Gásadal. Vit lupu á bláman í Mykinesi kl. 16.15 og stóðu á landi í Vágum ein tíma og tólv minuttir seinni, kl. 17:27.
Teir, sum svumu vóru: Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy, Niels Juel Arge og Erling Eidesgaard.
Takk til fylgibátarnar báðar við Gutta Guttesen á tí eina og við Jóhannes Henriksen og Sjúrði Ellingsgaard Petersen á hinum. Takk til hjálparfólkini Hedvig Johansdóttir, Annu Eidesgaard, Niklas Jógvan Arge og Jóannes Eidesgaard.