Svøríki undir sjóneykuna. Nón, ella bara kanón

Politikkur11-09-2018 - 21:46 - Jóanis Albert Nielsen

Bjarni Djurholm: Hoyrdi Nón seinnapartin um svenska valið, sum var sunnudagin.

Eina meira einvegis sending hevur neyvan verið í KvF síðani miðilin rann ørindi fyri undanfarnu andstøðuna, sum síðani vann løgtingsvalið í 2015.
Fjøldin av sokallaðu serfrøðini í sendingini hoyrdu heima á uttasta vinstraveinginum, har tað ikki skortaði uppá generaliseringar uttan líka.
Sokallaða (sosialistiska) serfrøðin slapp uttan mótspurningar at sópa øll borgarlig í sama køst, har páhaldið var, at sluppu tey borgarligu framat valdinum í Svøríki so verða allar vælferðarskipanir í vanda - fevnandi folkhemmet tikið av.....
Samstundis vórðu rúgvan av bileldásetingunum - 1800 higartil í ár og óhugnaligu 1000-tals neyðtøkurnar negligeraðar.
Eldásetingar blivu lýstar sum tryggingarsvindul og neyðtøkurnar - ja, nakað, sum ikki kundi góðtakast, men sum alt annað bara var spinn av miðlunum...?
Ótrúligt.
At heilir býarpartar í Svøríki - sum t.d Rosengården í Malmø, ikki eru atkomuligur longur orsakað av muslimskum harkaliðum, har morð eru gerandiskostur og har hvørki politi ella sløkkilið hætta sær inn, tað var slettis ikki tikið uppá tungu.
Sambært DR er tað politiskt ókorrekt í Svøríki at avdúka upprunan hjá valdsmonnunum. Eingin uppgerð er gjørd síðani 2005.
Sum DR sigur, so bendir alt á, at tá umræður neyðtøkur, so er mynstrið tað sama í Svøríki sum í DK, har 2/3 av neyðtøkunum verða framdar av tilflytarum.
Eisini endurgevur DR nationaløkonomin Tino Sanandaji fyri at avdúka, at
"Svenske kriminologer er desværre ekstremt politiske, når det kommer til indvandring.
Meget af det, de påstår i den offentlige debat, har de simpelthen ikke videnskabeligt grundlag for.
Det bygger på deres foretrukne verdensbillede, ikke empiri, siger han".
Men hatta var so heldur ikki partur av sendingini í Nón.

Ístaðin var í bara skoytað yvir henda veruliga og óhugnaliga trupulleikan í svenskum býum og sagt bleiv, at talan bert var um sosialan ójavna og at miðlarnir annars generelt bara bóru ósonn tíðindi um støðuna, sum hóttir tilveruna hjá svenskum hampafólkum.
Sambært korrektu serfrøðini í KvF hevði hetta heldur ongan týdning.
Hetta var so Nón 11. september 2018.
Upplýsandi ella bara manipulerandi - ja, tað kunnu so lurtararnir meta um.