SVN hevur tikið ímóti 5.800 tonsum av svartkjafti

vinna21-02-2019 - 22:59 - Jóanis Nielsen

Íslendingar hava ongan svartkjaft fiskað í føroyskum sjógvi, tí vit liggja í sáttmálaloysi við grannar okkara, heldur ikki hava teir fiskað nevnivert av lodnu, tí eingin lodna er at finna.

Hinvegin so fiska teir nú svartkjaft í altjóða sjógvi á leiðini har føroysku skipini eru stødd - einar 300 fj. suður úr Rokkinum, har fiskiskapurin er góður.

Norska skipið Manon kom til Neskaupstaðar í vikuni við 1.900 tonsum av svartkjafti og eisini hevur Børkur landað í vikuni, teir høvdu 2.300 tons, Bjarni Ólafsson landar í løtuni 1.800 tons til SVN í Seyðisfirði, tað er fyrsta lastin, sum í ár er landað á Seyðisfirði.

Í Neskaupstaði hava teir tikið ímóti 5.800 tonsum av svartkjafti higartil í ár.

Jón Kristiansson og Margret eru áveg til Ísland við fullari last.




Norska skipið Manon kom til Neskaupstaðar sl. föstudag með 1.900 tonn af kolmunna. Í kjölfar hans kom síðan Börkur NK á sunnudagsmorgun með tæplega 2.300 tonn. Bjarni Ólafsson AK landaði tæplega 1.800 tonnum á Seyðisfirði aðfaranótt sunnudagsins. Þetta var fyrsti kolmunninn sem berst til Seyðisfjarðar á árinu en í Neskaupstað hefur verið tekið á móti um 5.800 tonnum.