Svimjarar úr Havn fleiri heiðursmerkir í Landskrona

ítróttur10-07-2019 - 13:47 - Jóanis Albert Nielsen

Síðsta vikuskiftið kappaðust átta yngri svimjarar úr Havnar Svimjifelag í vælumtóktu svensku svimjikappingini LH Games í langgeil í Landskrona. Útivið 500 svimjarar luttóku í hesi kappingini, ið verður kallað ein endakapping, áðrenn svimjararnir fáa nakrar vikurs summarfrí. 

 

Føroysku svimjararnir svumu seg til íalt tíggju heiðursmerkir í einstaklingagreinunum og eitt heiðursmerki í liðkappingunum. Kristina í Skála vann fýra gull og eina bronsu í bólkinum 13-14 ár. Erling Erlendsson vann eina silvur í bólkinum 11-12 ár. Í bólkinum 15-16 ár vann Jónas Lindenskov Schiller tvær bronsur og Niklas Jógvan Arge vann eina bronsu.

 

Í liðkappingini í bólkinum 15 ár og eldri vann HS-liðið hjá kvinnum bronsu í 4x50 m frí og settu føroyskt mett. Á liðnum svumu Bjørg Ólavsdóttir, Ronja Ró í Dímun, Maria Suma Poulsen og Kristina í Skála.

 

Høvuðsvenjari er grikkin Panagiotis Christou, sum í hesum døgum er ein av landsliðsvenjarunum við Oyggjaleikirnar á Gibraltar. Venjari á ferðini var Rúna í Skála.

 

 

Á myndini:

Kristina, Ronja Ró, Bjørg, Maria, Niklas Jógvan, Jónas, Høgni, Jóhannis