Sverri verður væntandi klárur í næstu viku

Vinna14-01-2018 - 13:30 - Jóanis Albert Nielsen
Umfatandi umvælingar eru gjørdar á bjargingarbátin Sverra hjá Vága bjargingarfelag. Sverri hevur í meira enn eitt hálvt ár verið undir umvælingum. Hóast sín unga aldur, so var neyðugt at skifta tann eina motorin umborð á bátinum. Sverri verður 5 ár í summar. 

Bátatænastan og Volvo hava víst góðan samstarvvilja, og hava hjálpt bjargingarfelagnum væl. Arbeiði at skifta motorin er gjørt í Hvalvík. Sverri hevur tveir motorar, og okkurt smáting mátti eisini skiftast á hinum motorinum. 

Regin Jespersen formaður í Vága bjargingarfelag sigur við JN.fo, at nú verður tað seinasta arbeiði gjørt hjá skipasmiðjuni MEST, og væntandi verður Sverri klárur aftur fyrru hálvu av næstu viku.