Sverri var á Norðhavinum eftir einum báti

Vinna14-03-2019 - 21:28 - Jóanis Albert Nielsen
Beint áðrenn klokkan 16 seinnapartin í dag fór bjargingarbáturin Sverri av Miðvági. Ein bátur á Norðhavinum hevði fingið trupuleikar, og hevði tí brúk fyri hjálp.

Góðar tveir tímar eftir at Sverri fór av Miðvági kom hann til útróðrarbátin á Norðhavinum. Sverri sleipaði bátin til Eiðis. 

Klokkan 21:10 kom Sverri til Eiðis við útróðrarbátinum.