Sverri hevur fingið staðfest korona

ítróttur28-11-2020 - 21:59 - Jóanis Albert Nielsen
Heimasíðan roning.dk skrivar, at rógvarin úr Miðvági - Sverri S. Nielsen - hevur fingið staðfest Covid-19.

Sverri Nielsen og hini á danska landsliðnum í rógving fóru tann 14. novembur til Aviz í Portugal á venjingarlegu, og hava tey havt negativar Covid-19 royndir.

Men fysioterapeuturin - Nicolai Hjelmroth - kom til hópin fyri einari viku síðani, og vísti tað seg seinni at hann var smittaðu við korona, les meira her.

Sverri Sandberg Nielsen framdi annars tað bragd at gerast Evropameistari í einkultskullara, og harvið eisini fyrsti danski evropameistarin í 69 ár. Tað var tann 11. oktobur í ár.