Sverri bleiv nummar fýra

30-07-2021 - 01:57 -
Sverri S. Nielsen bleiv nummar fýra til OL.

Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi legði seg á odda beinavegin, og førdi hann allan teinin, og vann harvið OL.

Sverri var leingi væl við. Hann var leingi nummar tvey, men misti ímóti endanum.