Aftaná 68 ár í kappingum, hevur Svenning nú valt at takka fyri seg, her sæst hann á ryssuni Brynju.

Svenning Reinert takkar fyri seg

ítróttur01-09-2017 - 17:22 - Jóanis Nielsen

Í morgin leygardagin kl 14 verður árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag.

Tað sum helst er serligt við hesari kappingini, er at sjálv ímyndin av føroyskari kappríðing, Svenning Reinert, úr Norðadali hevur boða felagnum frá at hetta verður hansara seinasta kapping.

Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár. Hetta er fyri vist eitt met, sum ongantíð verður tikið. Tá Svenning reið kapp fyrstu ferð, var fálkatalið í havnini gott 5000 og føroyska fíggjarlógin áljóðandi 5 milliónir krónur.

So nógv vatn er runnið í ánni, síðani hesin úrmælingurin í 1949, saðlaði hestin Ørvarodd á breytini úti á Velbastaðvegnum. Flestu reiðfólk minnast helst hestin Grana og seinasti mongu árini hevur tað verið ryssan Brynja, ið hevur borið norðadalsmannin á kappingarbreytinum.

Svenning Reinert sigur sjálvur, at nú Brynja ikki orkar longur, so hevur hann valt at takka fyri seg, Hesa seinastu kappingina ríður Svenning Reinert á Tyru, hjá Onnu Magnussen.
Vit í Føroya Ríðingarfelag vilja eisini takka Svenning Reinert, fyri hansara treysti øll hesi árini,

Annars eru 23 ross við á heystkappríðingni, deild soleiðis at 4 kappast í Skeið á 100 mtr. 5 í Trav á 250 mtr, 6 í Tvíspor ung, eisini á 250 mtr. og so eru 8 ross í Tvíspor vaksin deild í tveir bólkar.
Hugaligt er serliga at síggja at 6 ross eru í Tvíspor ung, hetta er stórur vøkstur og ber boð um góðar tíðir fyrr kappríðing.

Spenningur er kanska serliga um FM heitið í Tvíspor vaksin - Her dystast Svanna, hjá Hans Paula Poulsen og Fúsi, hjá Zacharias R. Jacobsen um FM heitið. Fúsi eigur munin við 24 stigum, meðan Svanna hevur 21 stig, so helst man Fúsi vera favorittur at varðveita sítt FM heitið.

Øll rossini kunna síggjast á leinkjuni niðanfyri her

Paring til Heystkappríðing 2017