Svenning Reinert heiðraður við Gullnálini hjá ÍSF

ítróttur06-09-2017 - 14:17 - Jóanis Nielsen

Føroya Ríðingarfelag skrivar:

Á heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin, var 81 ára gamli Svenning Reinert heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Tað var forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, ið handaði Svenning Reinert nálina og skreytblað. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag handaði eisini Svenning Reinert gávu frá felagnum og takkaði honum fyri øll árini hann hevur kappast.

Svenning Reinert helt eisini stutta røðu, har hann takkaði eldsálinum í Føroya Ríðingarfelag, fyri at tey hava gjørt tað møguligt at kappast øll hesi árini. Svenning Reinert legði dent á stóra munin frá kappast var á landsvegi á Velbastaðvegnum, til nú har dystast verður á breytini við Marknagil.
Samstundis takkaði Svenning Reinert eisini fyri Gullnálina hjá ÍSF. Svenning Reinert segði at fyri hann, var hetta ein stórur heiður, sum hann var ómetaliga takksamur fyri.