Svend C og Polar Nanoq landar makrel í Kollafirði

vinna12-08-2019 - 13:37 - Jóanis Nielsen

 Grønlendsku trolararnir, sum fiska makrel í altjóða sjógvi - einar 100 fj. norður úr føroyska markinum, landa makrelin í Føroyum, Polar Nanoq og Svend C. landa báðir í Kollafirði, Polar Nanoq landaði í gjár og Svend C. kom á Kollafjørð í morgun.

Polar Nanoq er í dag á Havnini, har teir gera klárt til nýggjan túr.

Fleiri grønlendsk skip eru stødd á leiðini norður úr føroyska markinum.