Svend C. og Polar Amaroq landa makrel á Kollafirði

vinna24-08-2019 - 15:10 - Jóanis Nielsen

 Grønlendsku skipini Svend C. og Polar Amaroq, sum hava roynt eftir makreli norðanfyri, landa í Kollafirði.

Vit vita ikki hvussu nógv teir hava.

Svend C. er liðugur at landa, teir hava loyst av Kollafirði og hava sett kós norðureftir.

Polar Amaroq landar nú, teir verða helst liðnir at landa í morgin.