Svend C. hevur landað makrel í Kollafirði

vinna12-09-2019 - 23:14 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin - Svend C. - kom á Kollafjørð í gjár við umleið 750 tonsum av makreli, sum teir hava landað til Samskip í Kollafirði, teir vórðu liðnir at landa í dag og loystu av Kollafirði aftur í kvøld, teir eru nú staddir norðanfyri oyggjarnar og hava sett kós í altjóða sjógv, har teir fara at royna tætt norðanfyri føroyska markið, har teir eisini royndu seinasta túr.