Sveis góvu Føroyum eina hjálpandi hond

ítróttur08-01-2017 - 16:19 - Jóanis Albert Nielsen

Sveis vann fyri løtu síðani á Ísrael. Tað hevur við sær, at Føroyar hava ein størri møguleika at koma til HM-endaspælið. Hevði Sveis ikki vunnið, so hevði tað verið nokk hjá Finnlandi at vunnið á Føroyum, Finnland og Føroyar spæla klokkan 17:00. Men við sigrinum hjá Sveis, so kann Føroyar koma víðari sjálvt um teir tapa dystin móti Finnlandi við minni enn 3 málum.

Sveis vann 31-23 á Ísrael.