Svartkjafturin er ikki komin í føroyskan sjógv enn

Vinna08-04-2020 - 22:46 - Jóanis Albert Nielsen
Jupiter, ið hevur leitað eftir svartkjafti seinastu 3 dagarnar, er ávegis inn at venda. Jupiter skal skifta manning. 

Jupiter hevur ikki havt trolið úti hasar 3 dagarnar, teir hava leitað eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Vit tosaðu fyri løtu síðani umborð, og sagt varð, at okkurt var at síggja, men ikki nóg nógv til at koyra trolið út.