Svartkjaftaskipini rímdu vegna fiskaloysi

vinna19-03-2017 - 14:56 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu og Jupiter leitaðu alla farnu viku eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, men funnu einki. Nú eru teir ávegis suður á leiðina vestur úr Írlandi, teir verða á fiskileið í nátt ella í morgin, eisini er Høgaberg ávegis suðureftir.

Finnur Fríði loysti av Fuglafirði í nátt, teir eru enn í føroyskum sjógvi, men fara helst somu leið sum hini skipini.

Christian í Grótinum roynir í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, Norðingur kemur á fiskileið har tíðliga í kvøld.