Svartkjaftaskipini hava góðan fiskiskap í altjóða sjógvi

vinna18-02-2019 - 08:44 - Jóanis Nielsen

 Føroysku svartkjaftaskipini royna øll í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, tey hava teir seinastu dagarnar havt góðan fiskiskap.

Í nátt kom Høgaberg á Fuglafjørð, í morgun kom Fagraberg og eisini er Norðingur áveg á Fuglafjørð - øll skipini eru fullfermd, tey skulu øll landa til Havsbrún.

Umframt tey føroysku skipini, royna fleiri íslendsk og eisini fleiri russisk skip, har føroysku skipinii royna.