Svar um fyrispurning um bakkaverju á Sondum á Sandi

politikkur09-04-2018 - 19:12 - Jóanis Nielsen
Løgtingið Tinghúsveg 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 5. apríl 2018 Tygara ref.: Máltal.: 18/00005-3

Svar

upp á

skrivligan fyrispurning frá Brandur Sandoy, løgtingsmanni, løgtingsmál nr. S-018/2017, settur Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Viðvíkjandi at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at bera soleiðis í bandi, at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi, soleiðis at jarðføstu fornminnini ikki fara fyri skeytið?

2. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta arbeiðið í gongd?

Svar

Eg takki løgtingsmanninum fyri tveir spurningar um bakkaverju á Sondum á Sandi.

Til 1: Til hetta er at svara, at málið um bakkaverju heima á Sandi hevur verið aktuelt við jøvnum millumbilum. Eg havi fingið upplýst, at Tjóðsavnið hevur fleiri ferðir áður gjørt Sands kommunu varuga við, at bakkin á Sondum máar og ta hóttan, hetta er fyri jarðføstu fornminnini, ið fjala seg har í bakkanum. Tjóðsavnið hevur nakrar ferðir skipað fyri kanningum av økinum og við hjálp frá Landsverki sett upp fyribils verjur. Er støðan tann, at nú er aftur vandi á ferð, má málið takast upp til nýggja viðgerð.

Til 2: Spyrjarin staðfestur í viðmerkingum sínum, at «hesi jarðfestu fornminni, sum metast mugu sum fornfrøðiligir dýrgripir, eru um at fara fyri skeytið». Er tað so sum spyrjarin sigur, mugu vit fáa eina nýggja meting frá teimum avvarðandi pørtunum, sum eru Tjóðsavnið, Landsverk og Sands kommuna, og vísir tað seg, at talan er um, at friðað fornminni eru um at fara fyri skeytið, mugu partarnir skjótast gjørligt taka stig til at fyribyrgja hesum í tann mun, tað letur seg gera.

Eg fái ikki svarað spurningunum øðrvísi, men eg kann vissa løgtingsmannin um, at er niðurstøðan tann, at neyðug stig mugu takast til tess at bjarga jarðfestum fornminnum, í hesum føri á Sondum á Sandi, so eri eg fús at virka fyri at lyfta uppgávuna saman við avvarðandi pørtum. Er talan um at útvega neyðuga fígging, má hetta eisini viðgerast politiskt.

Vinarliga

Rigmor Dam

landsstýriskvinna