Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í landinum

Mentan23-10-2018 - 07:42 - Jóanis Albert Nielsen

Nú er veðrurin sum bleiv keyptur á Heystfagnaðinum á Eiði, flettur og komin at hanga. Hann vág 59 pund.

Talan var um ein vetur gamlan veðr, ið hevði gingið á Slættaratindi.

Teir ið keyptu veðrin eru ungir Eiðismenn sum kalla seg Svanareiðrið. Teir keyptu veðrin fyri einki minni enn kr. 16.500,00. Hetta svarar til ein kilo prís á áleið 560,00 kr.

Peningurin frá uppboðsøluni fór til Heystfagnaðin og teirra árliga tiltak.

Svanareiðrið hevur egna instagram síðu har fleiri myndir frá flettingini kunnu síggjast.

Sí filmsbrot frá uppboðsøluni her.