Súsanna hevur framsýning í Betri í Miðvági

mentan16-10-2018 - 10:44 - Jóanis Nielsen

Súsanna Smith Johansen hevur framsýning í Betri Banka í Miðvági í oktobur mánaða.

Súsanna er úr Havn, men býr nú í Sandavági. Hon hevur lisið Bachelor í mótafotografi á Falmouth University í Cornwall, og síðani Master í mótafotografi í London.