Surma á Okkara Voxbotn 2020

Mentan22-11-2019 - 17:50 - Jóanis Albert Nielsen

Nýggi bólkurin hjá Hera Joensen, sum vit kenna úr Týr fer at framføra á Okkara Voxbotn. Bólkurin er ávegis við síni fyrstu fløgu, so tað er ein háaktuellur bólkur, ið trínur á pallin tann 27. juni 2020.

Tað er ongin ivi um, at Heri Joensen er ein gávaður rokktónleikari. Hetta hevur hann prógvað seinastu 25 árini í bólkum sum Wolfgang, Týr og Heljareyga. Nú hevur Heri stovnað ein nýggjan bólk, Surma, saman við unnustuni Viktorie Surmová, sum er ein vird songkvinna í heimlandinum Kekkia.

Saman framleiða tey progressivan súmfoniskan heavy metal tónleik, og tey hava júst undirskrivað ein plátusáttmála við Metal Blade Records, sum tryggjar bólkinum tríggjar útgávur.

Bólkurin kemur at framføra sín orkufulla rokktónleik fyri okkum í Vágsbotni tann 27. juni, tá Dizzy Mizz Lizzy, I Am og Gulddreng eisini fara at framføra.

Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 650,- í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2020 - í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, Betri Ung, Posta, Hvonn, Bilrøkt, Power, Pepsi, Hey og Okkara