Sunnudagin letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.

Mentan01-03-2018 - 12:30 - Jóanis Albert Nielsen

Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00 og kemur Helgi Fossádal at flyta fram røðu.

Eisini verður tónleikur, lættari ábit og okkurt leskandi, umframt at møguleiki er at heilsa uppá listamannin.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, umfatar oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða.

Opið er:

Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00

Sunnudag 14:00 til 18:00

Øll eru hjartaliga vælkomin :)

GAMLA SEGLHÚSIÐ í Klaksvík