Sundalagsstevnan verður hildin í Hósvík

mentan17-06-2017 - 10:37 - Jóanis Nielsen

Sundalagsstevnan verður hildin í Hósvík í ár. Tað eru Hósvíkar róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini skipa fyri tiltøkunum og leggja skránna. FM-róður og góður dansur eru fastir tættir á Sundalagsstevnuni í Hósvík.

Skráin í ár er fjølbroytt og hevur nógv at bjóða bæði innan ítrótt, mentan og undirhald.

Sundalagsstevnan verður hildin á hvørjum sumri sum tann næsta í røðini av summarstevnum, um miðjan juni mánað. Tær tríggjar bygdirnar Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík skiftast um at hava stevnuna.

Skráin til Sundalagsstevnuna í Hósvík 2017 sæst her.

Les alt um stevnuna á facebook síðuni:Sundalagsstevna í Hósvík 2017