Sundalagsstevna í Kollafirði 07. – 10. Juni 2018

ítróttur05-06-2018 - 10:47 - Jóanis Albert Nielsen

Hósdagur 07. Juni

Kl. 17.00 -22.00 Úthangið er opið.

Kl. 19.30 Sitikonsert við Signar í Homrum og Jens Marna v/ bólki í Bygdarhúsinum. 150 kr.

Fríggjadagur 08. Juni

Kl. 18.00 – 21.00 Tilmelding til kappsiglingina leygarmorgunin. Luttakararnir kunnu koma við bátinum, tó ikki eitt krav. Annars kann tilmeldast á tlf. 292423 ella 229555. Kostnaður fyri at vera við, er 100 kr. fyri hvønn bát.

Kl. 18.00 – 20.00 Ponyríðing við ríðifelaginum Dalaross við ítróttarhøllina. Kostnaður 30 kr.

Kl. 18.00 – 23.00 Tivoli letur upp við ítróttarhøllina.

Kl. 18.30 – 20.00 Mótashow við barna og ungdómskjólum v/ Lailu av Reyni. Gamla pakkhúsið á kaiini, grønt hús. Kostnaður 50 kr., avmarkað atgongd. Atgongumerkir verða seld við dyrnar 1 tíma áðrenn.

Kl. 19.00 – 22.00Handverk og lista søluframsýning , kaffisøla v/ breyði og lagkøku í skótahúsinum.

Kl. 19.00 – 22.00 Søluvognur við candyfloss og popcorn við skótahúsið.

Kl. 20.00 Ungdómsmøti í Missónshúsinum v/ Torkil Dam og Mirijam Dam. Drekkamunnur og spøl aftaná.

Kl. 20.15 -24.00 Hugnakvøld 30+v/ felagssangi, bygdakviss, skemti o.a. í Bygdarhúsinum. Kostnaður 100 kr.

Kl. 21.00 Við Sjógv – kafé:Víðkað stevnukviss við Teitur Joensen.

Kl. 23.00 Við Sjógv – kafé: Live tónleikur við “Charlie George is a cat”

Leygardagur 09. Juni

Kl. 09.00 Bátafelagið skipar fyri kappsigling. Nr. 1, 2 og 3 fáa steyp. Aftanákappingina eru kaffi og pannukøkur at fáa.

Kl. 11.45 Skrúðgonga frá bygdarhúsinum, rossafólk, ítróttarfólk, venjarar, skótar og leiðarar verða biðin um at møta kl. 11.15

Kl. 12.00 Jákup Dam setur stevnuna við ítróttarhøllina.

Kl. 12.30 – 13.30 Ponyríðing við ríðifelaginum Dalaross við ítróttarhøllina. Kostnaður 30 kr.

Kl. 12.30 - 02.00 Handverk og lista søluframsýning , kaffisøla v/ breyði og lagkøku í skótahúsinum.

Kl. 12.30 – 00.30Søluvognur við candyfloss og popcorn við skótahúsið.

Kl. 12.30 – 20.00 Indianaratjald við sansakassum og sneiðsadrýli hjá skótinum.

Kl. 12.30 - 22.00 Við Sjógv – kafé: møguleiki at keypa stevnubúff. Kaféin stongir kl. 00.00.

Kl. 12.45 Stevnusvimjing tvørtur um fjørðin. Svimjarar verða sigldir úr bátahylinum yvir á Kálvasand, og svimja yvir aftur á Sjóvarsand. Tilmelding kravd.

Kl. 13.00 Kappróður við kaiøkið(Barnaróður).

Kl. 13.00 Søla av pylsum, kaffi, vaflum og øðrum á kappróðrarøkinum.

Kl. 14.00 – 23.00 Tivoli letur upp við ítróttarhøllina.

Kl. 15.00 FM kappróður við kaiøkið.

Kl. 15.00 Truckertreff við verkstaðið hjá IR Lastbilar.

Kl. 16.00 -19.00 Ponyríðing við ríðifelaginum Dalaross við ítróttarhøllina. Kostnaður 30 kr.

Kl. 17.00 - 18.00 Klovnurin BUBU í ítróttarhøllini. Børn 50 kr. Foreldur ókeypis.

Kl. 17.30Steypahandan á kaiøkinum.

Kl. 17.00 – 20.00 Kollafjarðar bygdarsavn hevur framsýning í Gamla skúla.

Kl. 18.00 Útimøti við Missiónshúsið. Okkurt til matna aftaná.

Kl. 18.00 Søla av pylsum og øðrum á tivoliøkinum.

Kl.18.30 Stevnuteiti í Bygdarhúsinum.

Kl. 20.30 Stevnuteiti í Bygdarhúsinum.

Kl: 22.00 – 00.30 Diskotek í ítróttarhøllini v/Martin Kjærbo(frá 6. flokki). Kostnaður 50 kr.

Kl. 23.30Midnáttarbál. Ingun Joensen heldur røðu, felagssangur og føroyskur dansur við Norðstreymoyar dansifelag (við missiónshúsið).

Kl. 00.30 – 04.00 Stevnudansur v/ Signar í Homrum og Rox í ítróttarhøllini. Bólkurin fer at leggja seg eftir at spæla blandaðan tónleik fyri allar aldursbólkar. 150 kr.

Sunnudagur 10. Juni

Kl. 10.30 Morgunmøti í Zion.

Kl. 11.00 Guðstænasta og altargond v/ Mariu J. Niclasen.

Kl. 12.00 Sunnudagsskúli í Zion.

Kl. 14.00 Gongutúrur í Sundum. Gingið verður gjøgnum býlingin eftir bygdavegnum av Leiti og norðureftir. Ferðaleiðari Trygvi Samuelsen.

Kl. 14.00 – 21.00 Tivoli letur upp.

Kl. 14.00 Søla av pylsum og øðrum á Stevnuøkinum.

Kl. 15.00 – 20.00Handverk og lista søluframsýning , kaffisøla v/ breyði og lagkøku í skótahúsinum.

Kl. 15.00 – 20.00 Søluvognur við candyfloss og popcorn við skótahúsið.

Kl. 15.00 – 18.00 Ponyríðing við ríðifelagnum Dalaross við ítróttarhøllina. Kostnaður 30 kr.

Kl. 15.00 – 18.00 Kollafjarðar bygdarsavn hevur framsýning í Gamla skúla.

Kl. 18.00 Møti í Missiónshúsinum.

Kl. 19.00 Stovukonsertir norðuri í Sundum. 5 ymsikir føroyskir tónleikarar fara at spæla í 5 ymiskum húsum. Tey ið hava lagt hús til eru: Silvurlýn og Jan, Iris, Gunna og Jón, Birna og Hans Silvan, Kitty og Páll Rói. Konsertirnar eru 20 min. Seld verða bert 50 atgongumerkir, kostnaður er 150 kr.

Mánadagur 11. Juni.

Kl. 19.00 Stevnuteiti í Bygdarhúsinum.