Summartónar á Fiskastykkinum í dag

mentan08-07-2020 - 13:05 - Jóanis Nielsen

Í dag kl. 16 verður konsert á Fiskastykkinum í samband við Summartónar. 

Konsertin verður við klassiska gittarleikaranum Dávur Birgisson. Dávur lesur á solistklassa á Kongaliga Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Á konsertini fer hann at framføra tónleik eftir Paula Hansen, Sámal Jákup Jakobsen, Leo Brouwer, Manuel M. Ponce, og harafturat spildurnýggj verk eftir Sunleif Rasmussen.

Ókeypis atgongd