Summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini avlýstar

mentan20-04-2020 - 13:43 - Jóanis Nielsen

Eftir at hava ráðført okkum við føroysku Korona-ráðgevingina hevur dagliga leiðslan, saman við høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, valt at fylgja tilmælunum frá Korona-ráðgevingini, sum mælir frá at savnast í stórum hópum vegna vanda fyri smittu av Korona. Summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða tí avlýstar.

Umframt leguvirksemi í Leguhúsinum í Nesvík eru eisini summarlegur í Porkeri og Sørvági. Øll hesi tiltøkini eru avlýst, og onki felagstiltak verður fram til hálvan august 2020. Avlýsingin umfatar eisini familju- og ungdómslegurnar.

Tey, ið hava meldað seg til eina summarlegu, kunnu fáa legugjaldið endurgoldið við at senda teldubræv tilinfo@mission.fo.

Í teldubrævinum skal upplýsast:

- navn og føðingardagur á leguluttakara

- hvørja legu, viðkomandi er meldaður til

- banka- og konto-nr. at flyta pengarnar aftur á

Leiðslan í Heimamissiónini harmast um hesa avgerð, men vit meta tað vera rættast at fylgja almennu tilmælunum viðvíkjandi smittuverju.

Kirkjuliga Heimamissiónin