Stuðul til at finna fleiri sløg av COVID-19

corona21-04-2020 - 14:20 - Jóanis Nielsen

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum skal greina, um fleiri sløg av korona-virusi gera um seg í Føroyum, og um munur er á, hvussu sjúkuelvandi sløgini eru.

Eisini verður stuðul latin til at granska námsfrøðiligar avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum. Og stuðul verður latin til arbeiðið at skráseta og greina korona-dagbøkur frá 40-50 fólkum í ein mánað.

Hetta er triðja umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Tær tríggjar verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul í hesum umfarinum, hava fingið tilsamans 594.000 kr.


Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-at-finna-fleiri-slog-av-covid-19/