Stroyming av hálvfinalum í kappingini um Løgmanssteypið

ítróttur30-05-2018 - 15:58 - Jóanis Albert Nielsen

Stroyma verður frá báðum hálvfinalum í kappingini um Løgmanssteypið

Í dag mikudagin 30. mai verður møguligt hjá útisetum, sjófólki og øðrum, sum ikki hava møguleika at fara til dyst, at stroyma hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis:

Løgmanssteypið, hálvfinalur 30. mai 2018

·Kl. 16:30 HB – AB á ovara vølli í Gundadali, Tórshavn

·Kl. 19:15 B36 – Suðringar á ovara vølli í Gundadali, Tórshavn

Til ber er at stroyma dystirnar á heimasíðuni fsf-livestream.com og á appini FSF Football til iphone og Android. Appin kann takast niður á App Store og Google Play. Appin eitur FSF Football.

Appin er ókeypis, men fyri at síggja ein dyst verður eitt gjald at rinda, sum er 39 kr. Tað ber eisini til at keypa dagshald til báðar dystir fyri 69 kr.

Soleiðis gert tú fyri at fáa atgongd til tín dyst ella dagshald til allar dystir:

Far inn á heimasíðuna www.fsf-livestream.com fyri at stovna brúkara og rinda fyri dystin.

Besta góðskan fæst við at brúka appina FSF Football, sum kann takast niður á App Store og Google Play.