Streymurin er farin í meginøkinum

09-12-2019 - 07:01 - Jóanis Albert Nielsen
Streymurin er í morgun farin í meginøkinum, og í løtuni veit SEV ikki hvar feilurin liggur. 

Terji Nielsen frá SEV segði í morgun við Kringvarpið, at streymurin kann væntast aftur um ein tíma.