Streymmátarar lagdir út

Vinna23-06-2018 - 10:57 - Jóanis Albert Nielsen

Í farnu viku fór Magnus Heinason út til hydrografikanningar og at leggja fortoyingar út.

Vegna veður byrjaði túrurin ikki fyrr enn fríggjadag, og leiðin gekk fyrst út á Fugloyartunguna, har ein botnramma og ein fortoying blivu løgd út. Harumframt blivu tríggjar fortoyingar og ein botnhitaramma lagdar út norðanfyri, og ein fortoying og ein botnhitaramma blivu løgd út í Bankarennuni.

Fortoyingar hava allar streymmátarar og aðra mátiútgerð á sær. Endamálið við at leggja hesa útgerð út, er at máta rákið í Føroyastreyminum, og hvussu stórur partur av streyminum fer inn í Hetlandsrennuna, eins og at máta tað djúpa rákið í Bankarennuni.

Á túrinum blivu eisini tveir hydrografiskir skurðir tiknir: Av Rygginum og inn móti Mykinesi, og miðskeiðis úr Hetlandsrennuni og inn móti Munkagrunninum. Ætlanin var at taka ein skurð afturat, men vegna vánaligt veður bæði í síðstu viku og fyrst í hesi vikuni, so blivu ikki stundir og líkindir til tess.

Hesin túrur er partur av verkætlanini FARMON II, sum er framhald av FARMON-verkætlanini. Havstovan stendur fyri hesum verkætlanum við fígging frá Energistyrelsen í Danmark.

Les alla túrfrágreiðingina her