Strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild í London

Vinna15-10-2019 - 12:33 - Jóanis Albert Nielsen

Komandi tvær vikurnar verða árligu strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild hildnar í London.

Byrjað verður í dag við samráðingum um makrel og er tað Evropasamveldið, ið hevur formansskapin.

Á skránni fyri makrelsamráðingarnar eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES er komið við sínari ráðgeving fyri 2020.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni og fara tær samráðingarnar eisini fram í London. Tó undir formansskapi av ávikavist Íslandi og Føroyum.

Eins og í makrelinum eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur á skrá. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2020 eftir, at ICES kom við sínari ráðgeving herfyri.

Luttakandi londini til samráðingarnar eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.