Stovnað eitt Alment Samferðslufelag

Politikkur19-11-2018 - 14:44 - Jóanis Albert Nielsen

Nú tá Løgmaður stendur á gáttini til at útnevna nýggja samferðsluráðharra. Tað ljóðar at tað verður Heðin Mortensen, so skal hetta verða mítt ráð til Heðin Mortensen ella hvør tað verður: Stovnað eitt Alment Samferðslufelag (AS)

Vit hava í dag fleiri stovnar, sum røkja hesa uppgávuna. Strandfaraskip Landsins (SSL), Landsverk (LV), Tunnilsfelagi (Vága og Norðoyatunnilin) (TF) og komandi eisini, Eysturoyar –og Sandoyartunnilin (EST).

Tað hevur veri misjavnt hvussu hesir stovnar hava virka seinastu árini. Stjórar og leiðarar eru komnir og farnir, eins og landsstýrismenn eru komnir og farnir, alt hetta tí pengarnir ikki strekkja til, og tí at so nógv “kongaríki” eru innan samferðsluøki.Stjórin á LV sigur beinleiðis í einari ársfrágreiðingini: “Almenna húsarhaldið er komið til eitt vegamót, tí skorið er inn á bein. Kortini mugu blandast av nýggjum, um vit framhaldandi vilja varðveita og menna tænastur, sum eitt nú LV veitir. Bæði frá politiskari og umsitingarligari síðu, er neyðugt at hugsa effektivisering í breiðari merking, og at vilja neyðugar broytingar.” Og vísir millum annað á, at játtanin til viðlíkahald av infrakervinum er lækkað 30% síðani 1996, úr 60,9 til 43,1 í 2015. Í 2016 fór játtanin farin eitt pikkalítið petti upp, til 44,7 mió. Í fíggjarlógar uppskotinum fyri 2019 eru 51 mió. settar av. Altso 10mió minni enn fyri 23 árum síðani. Hetta kann ikki halda fram, og vit hoyra eisini javnan um manglandi viðlíkahald á vegum, tunlum ogbrúgvum.

Á SSL er skili einki betur. Skipini er gomul og krevja meira og meira, eins og krøvini herðast, og ynski er at skipini skula sigla meira og meira.

So enn einaferð legg hesar stovnar saman.

AS skal vera leyst av vanligu politisku skipanini, lokal politikki, og sjálvt gera sínar raðfestingar, um hvussu tað vil útbyggja samferðslukervið í landinum. Tað kundi kanska verið eitt alment partafelag, sum tó ikki hevur fullan rætt til at áseta brúkaragjøld, uttan at tað er góðkent. (eins og SEV kanska).

Mín hugsan um hvussu eitt AS kundi sæð út, er hendan:

At leggja SSL og tann partin av LV, sum hevur við veg og tunlar at gera + TFog EST saman í AS. Vit hava í dag partvís brúkaragjøld á økinum, nevniliga vegskatt og skrásetingargjald, bummgjald og ferðaseðlagjald. Við at justera og rættvísgera hesi gjøld eitt sindur, kunnu vit fáa eitt AS, sum hvílur í sær sjálvum, fullkomiliga leyst av fíggjarlógini, og sum klárar at viðlíkahalda og útbyggja samferðslukervið, alt eftir tørvi.

Um vit hyggja eftir tølunum, sær roknistykkið soleiðis út:

Fyrst útreiðslusíðan, tøl tikin av uppskot Løgtingsfíggjarlógini 2019.

SSL nettojáttan, rakstur (222,6 – 69.3 ( 69,3 mió í ferðaseðligjaldi og fraktgjaldi))................153,3 mió

SSL nýtt avloysara skip.........................................................................................34,0 mió

LV viðlíkahald av veg/tunlum (kavarudding, strípur, asfaltering, koyrilíkindi, skeltir o.s.fr...….51,0 mió

LV løgujáttan (nýggjar vegir, tunlarisliði og ect.).........................................................19,2 mió

LV Hvalbiartunnilin.( Í Fíggjarlógaruppskotinum stendur. ”Játta eru 30 mió, men tørvur er á at

játta 52 mió. kr.”)………………………………………………………………………………………………………………….52,0 mió

TF (Alment partafelag. Rakstur av tunlinum er umleið )................................................14,0 mió

Tilsamans gevur hetta eina útreiðslu uppá ................................................................323,5 mió

Mett inntøka av brúkaragjøldum, tøl tikin av uppskotið til Løgtingsfíggjarlógini 2019.

Skrásetingargjald bilar (virðisgjald og CO2 gjald)........................................................184,0 mió

Vegskattur (vektgjald).....................................................................................................126,0 mió

Inntøka í alt...............................................................................................................310,0 mió

Hetta gevur eitt undirskot, sum verður fíggjað yvir beinleiðis inntøkuskatt og mvg uppá............ – 23,5 mió

Tankin er sum sagt at nøkulunda javnseta føroyingar, uttan mun til um teir flyta seg úr einari oyggj í aðra, undir sjógvi ella omaná. Eisini er tankin at javnseta tunlar í Føroyum, um teir so eru gjørdir gjøgnum fjøll ella undir sund og fjørð.

Útgangsstøðið er tikið í verandi ferðaseðlagjaldi hjá SSL (annars er mær sagt at ferðaseðlagjaldið hjá SSL nokk er eitt tað minsta í øllum heiminum). Tað kostar í dag 40kr fyri ein persón, tur/retur á styttru leiðunum hjá SSL (Sands, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Fugl og Svínoy) og 80 kr til Suðuroyar.

Leirvíksfjørður og Vestmannasund vóru “styttri leiðir” áðrenn tunlarnir komu, so útgangsstøðið má verða at tað framhaldandi skal kosta tað, tað kostaði áðrenn, tá teir eru “útgoldnir”. Ì dag kostar tað 30kr fyri ein vanligan persónbil, við kubba, at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og 40kr fyri Norðoyatunnilin. Bummgjaldið í NT skal ikki niður um 40kr og hjá VT skal tað upp aftur á 40kr. Hetta tí, at um hesar farleiðir ikki høvdu fingið fast samband, so hevði tað framvegis kostað 40 kr.

Leggið so eina 20 krónu á at koyra tur/retur ígjøgnum teir vanligu, tveysporaðu, tunlarnar í Føroyum. Hví? Jú, vísandi aftur til at javnseta, rættvísgera og skapa samhaldsfesti. tað kostar at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar, so eigur tað eisini at kosta at koyra ígjøgnum vanligar tunlar.

Seta vit so eitt roknistykki upp um hvat hetta fer at geva í inntøku, kemur tað at síggja nøkulunda soleiðis út. (Tølini eru av heimasíðuni hjá LV. Ársmiðalferðslan hvørt samdøgur fyri 2012. Eg havi fingið váttað frá LV at hetta eru tey nýggjastu tølini, sum eru, og at ferðslan hevur verið nøkulunda støðug seinastu árini. Eisini sigur LV at umleið 10. hvør bilur er sokallaður “tungur bilur”. Vit leggja dupult gjald á fyri “tungar bilar”, tað vil siga ávikavist 40/80 og 20/40kr.)

Kollfjarðartunnilin , 5584 x 10.............................................................................20,382 mió

Kollfjarðartunnilin (lastbilar 10%) 558 X 10...............................................................2,038 mió

Vágatunnilin 1624 X 20 .....................................................................................11,855 mió

Vágatunnilin (lastbilar 10%) 162 X 20 .....................................................................1,186 mió

Norðoyatunnilin 2042 x 20................................................................................14,907 mió

Norðoyatunnilin (lastbilar 10%) 204 x 20...............................................................1,491 mió

Norðskálatunnilin 3556 x 10.............................................................................12,979 mió

Norðskálatunnilin (Lastbilar x 10)..........................................................................1,298 mió

Leynatunnilin 3258 x 10...................................................................................11,892 mió

Leynatunnilin (lastbilar 10%) 326...........................................................................1,189 mió

Leirvíkstunnilin 3400 x10....................................................................................12,214 mió

Leirvíkstunnilin (lastbilar 10%) 340 x 10...................................................................1,221 mió

Hovstunnilin 1288 x 10.......................................................................................4,701 mió

Hovstunnilin (lastbilar 10%).................................................................................0,470 mió

Sumbiartunnilin ...............................................................................................1,325 mió

Sumbiartunnilin (lastbilar 10%).............................................................................0 012 mió

Tilsamans .....................................................................................................99,376 mió

*(Viðareiðistunnulin er nýggjari enn seinastu tølini hjá LV er tí ikki við í yvirlitinum omanfyri. Ársmiðalferðslan er ferðslan báðar vegir, tí er tað ávikavist 10 og 20 í roknistykkinum)

Tað er kanska ikki neyðugt at hava so høgt bummgjald, tí vit skulu bara finna 23,5 mió, men sum víst á í innganginum, er játtanin hjá LV blivin pínd niður í nógv ár, so har liggur nógv á láni. Eisini vita vit at skipini Sam, Ritan og Ternan eru gomul, og Teistin og Smyril eru heldur ikki nýggj skip longur, og krevja tí størri og fleiri ábøtur. Gott hevði verið um AS kundi samlað sær nakað av kapitali upp, so tað kundi gjørt stórar løgur, uttan at tað nervaði tann dagliga raksturin.

Sparingin sum kemur av at hesir stovnar verða lagdir saman, er ikki tikin við, men hon man eisini verða onkur millión ella fleiri.

Ein avsláttarskipan skuldi kanska eisini verið gjørd til tey sum koyra ígjøgnum fleiri tunlar ein dag. T.d. koyrir tú úr Vágum, so kemur tú ígjøgnum tríggjar tunlar, áðrenn tú er í Havn. Hetta er bara ein einkultur máti at seta tað upp, har eitt lítið sindur av líkheitsprinsippi er.

Nú kann ein siga, skula vit hava enn fleiri brúkaragjøld og avgjøld. Men einki er gratist í hesum heimi, uttan tann luft vit anda inn, og eigur tað ikki at vera meir enn rímiligt, enn at tey sum brúka samferðslukervið, gjalda sín lutfalsliga part av tí, tó við eitt sindur av samhaldsfasti.

So tankarnir aftanfyri eitt AS eru:

Partvís fíggjað av brúkaragjøldum.

Effektivisering.

Nøkulunda rættvísir prísir, uttan mun til hvar í Føroyum tú býr (oyggj við ella uttan føstum sambandi. Tunlar undir sjógvi og ígjøgnum fjøll).

NB: Fyrivarni skal líka takast fyri, at eg ikki eri vanur at “lesa” í fíggjarlógini, so tað kann vera onkur konta eg havi yvirsæð. Eisini skal fyrivarni takast fyri roknivillum, sum møguliga hava sníkt seg inn í rokniarkið.

Karlot Hergeirsson