Stórur vøkstur bæði í innflutningi og útflutningi

vinna19-04-2017 - 16:09 - Jóanis Nielsen

Innflutningurin fyrstu tveir mánaðirnar í ár var 1,2 mia. kr. Tað eru 20% meir enn somu mánaðir í fjør. Uttan skip og flogfør var vøksturin 10%. Sama tíðarskeið var útflutningurin 1,5 mia. kr. Tað eru 15% ella 200 mió. kr. meir enn í fjør.