Stórt tiltak hjá Føroya Astma/Allergifelag

16-03-2018 - 11:50 - Jóanis Nielsen

Í gjárkvøldið hin 15. mars hevði Føroya Astma/Allergifelag stórt alment tiltak - Tema dag um astma.


Felagið hevði fingið Vibeke Backer, professara og astmalækna á Bispebjerg Hospital til Føroya, at halda Tema dag/Astma Skúla.

Vibeke Backer hevur holla vitan og royndir innan astmaøki, hon undirvísir og ráðgevir javnan um astma og aðrar lungnasjúkur kring um í DK.

Tey, ið luttóku á Astma Skúlanum vóru væl nøgd við tiltakið. Tey fingu nógva nýggja vitan um astma og astmaviðgerð, eisini fingu tey høvi at seta spurningar um astmaheilivág, kost og viðgerð annars v.m.

Á Føroya ferðini hevur Vibecke Backer harumframt hildið fyrilestur um Astma og doping fyri leiðarum í Ítróttasambandi Føroya og hildið fyrilestur um astma og astmaviðgerð v.m. í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum fyri kommunulæknum og sjúkrahúslæknum.