Stórt ferðamannaskip kom á Kollafjørð í morgun

top18-06-2017 - 16:13 - Jóanis Albert Nielsen

Stóra ferðamannaskipið Magellan kom um 9-tíðina í morgun á Kollafjørð. Skipið er komi úr Lerwick í Hetlandi, og skal víðari til Seyðisfjarðar í Íslandi klokkan 17 seinnapartin í dag. 

Skipið var tikið í sigling í 1985, tá hevði tað navni Holiday, og hoyrdi heima á Bahamas. Í 2009 fór tað at sigla undir flagginum hjá Portugal, og skifti navn í 2010 til Grand Holiday. Í 2015 skifta tað aftur navn og flagg, tá tað fór at sigla undir flagginum hjá Bahamas og skifti navn til Magellan. 

Skipið er 222 metrar langt og 32 metrar breitt. Tað tekur 1452 ferðafólk og manningin telur 660 fólk.

Magellan fór vestur í hav í kvøld, skipið kemur til Seydisfjarðar kl. 11 í morgin - sí myndirnar niðanfyri.