Mynd: Hagstovan.

Stórt avlop í lønarflytingum millum Føroyar og útlond í 2015 men hall í ognarflytingum

vinna12-04-2017 - 09:23 - Jóanis Nielsen

Hagstovan: amlaða úrslitið av inntøkuflytingum millum Føroyar og útlond var eitt avlop uppá 446 mill. kr í 2015. Hetta kom av einum avlopi á 735 mill. kr. á lønarflytingum millum Føroyar og útlond og einum halli á 289 mill. kr. í ognarflytingum.

Inntøkuflytingar er tann parturin av gjaldsjavnanum, ið snýr seg um lønarflytingar til og frá útlondum og ognarinntøkur, sum eru fíggjarinntøkur frá íløgum í kapitalpartar, virðis- og lánsbrøv, inn- og útlán umframt vøru- og tænastukredittir.
 


Avlopið í 2015 á 446 mill. kr. var ein minking í mun til árini 2013 og 2014. Tá var úrslitið avikavist 1.098 mill.kr. og 862 mill. kr. Ein afturgongd uppá umleið 50% og meiri. Minkingin í inntøkuflytingum kom ikki av lønarflytingunum men øll av einum verri úrsliti í ognarinntøkum.

 

Lønarflytingar eru keyp og søla av arbeiðsmegi millum Føroyar og umheimin. Lønarinntøkurnar stava frá lønum, sum føroyingar fáa frá útlendskum arbeiðsgevara, herundir m.a DIS, NIS, útlendskum fiskiskipum og frálandavinnuni. Eisini er talan um arbeiði uppi á landi og serliga í Noregi og Danmark. Lønarútreiðslurnar eru lønir til útlendingar, goldnar av føroyskum arbeiðsgevara.

Útflutningurin av føroyskari arbeiðsmegi var í 2015 góðar 1,1 mia. kr. samanborið við 776 mill. kr. í 2010. Hetta er ein vøkstur uppá 30%

Innflutningurin av útlendskari arbeiðsmegi var í 2015 góðar 370 mill. kr. samanborið við 221 mill. kr. í 2010. Her er vøksturin 40%.


Ognarinntøkur eru uppgerð av inntøkum og útreiðslum av fíggjarogn. Fíggjarognir verða bólkaðar í beinleiðis íløgur, virðisbrøv, innlán og útlán umframt vøru- og tænastukredittir. Samanlagt var avkastið av fíggjarogn eitt hall á -290 mill. kr. í 2015. Hetta er ein vøkstur í hallinum við 32% í mun til 2010.
 

 

Hesi tøl og onnur útgreinaði tøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

---

Tak video-grafikk niður her