Stórt alment tiltak verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin

mentan21-04-2017 - 12:27 - Jóanis Nielsen

Tiltakið snýr seg, um hvussu vit øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm í Vágum.

Sørvágs- og Vága kommuna skipa, saman við SSP, fyri einum almennum tiltakið hósdagin tann 27. apríl klokkan 19.00 til 20.30 í skúlanum á Giljanesi. Evnið hetta kvøldið verður, hvussu vit í øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm.

Skráin sær soleiðis út:


- Eyðdis Hartmann Niclassen, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin.

- Árni Einarsson greiður frá, hvussu tey arbeiða í Íslandi. Árni er útbúgvin kandidatur innan útbúgving og pedagogik á hægri lærustovni í Íslandi. Hann hevur nógvar royndir innan foreldra samstarv/skúlar og fyribyrging innan alkohol og rúsevni millum tey ungu í Íslandi.

- “Marujoto” spæla 2 løg. (Tónleikarar frá musikskúlanum)


- Ragnar í Haraldstovu, SSP umboð og politistur, greiður frá arbeiðinum her vesturi.
- Jan Johannesen, narkopolitiið, greiðir frá arbeiðinum kring landið.

- Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, tekur saman um og endar tiltakið.

- Aftaná verður møguleiki at fáa sær kaffi/the/ køkur og tosa við luttakararnar. Møguleiki verður eisini fyri at tosa við SSP umboðini í Vágum.