Stórt alment tiltak í SALT leygarkvøldið 26. august kl. 19

mentan25-08-2017 - 22:53 - Jóanis Nielsen

9. juni brunnu framleiðslu bygningarnir hjá Varðanum Pelagic í grund. Nógv var lagt fyri at sløkkja eld, og sum eina tøkk til tilbúgvingina og gestablídni kring oynna bjóða Varðin Pelagic og SALT til alment Oyggjakvøld við tónleiki, brellbitum & einhvørjum leskandi, røðum, gávuhandan og øðrum á skrá.

Tónleikarar hava boðið sær til at spæla ókeypis. Oyggin stóð saman – nú hyggja vit frameftir. Aftaná almenna tiltakið verður dansur – ókeypis atgongd. Hans Jacob Hjelm & vinmenn og Mustard spæla. Café SALT letur upp kl. 22.00

Hugnaligi og vakri Torshavn siglir í samband við Oyggjakvøldið, ið Varðin Pelagic og SALT skipa fyri leygarkvøldið 26. aug. Torshavn siglir frá molanum hjá Niels Juel kl 18:45 og yvir á Drelnes og heimaftur, tá almenna tiltakið er liðugt. Er stórur áhugi siglir Torshavn fleiri túrar.
Øll eru❤ liga vælkomin til tiltakið.
Øll oyggin stóð saman - nú hyggja vit frameftir.